Heim Oyggjaleikir
Oyggjaleikir PDF Prenta E-mail
Mánadagur, 29 mars 2010 20:19

Kvinnulandsliðið hevur luttikið tríggjar ferðir á Oyggjaleikum. Fyrstu ferð tær luttóku var á leikum á Isle of Man í 2001. Hetta var eisini fyrstu ferð at fótbóltur var við. Føroysku kvinnurnar vunnu gull eftir eina sera spennandi og dramatiska finalu í móti Álandi. Dysturin endaði 5-4 eftir longda leiktíð eftir at tað stóð á jøvnum 4-4 eftir vanliga leiktíð.
Føroysku kvinnurnar vóru við aftur á Guernsey tvey ár seinni, og aftur hesaferð gjørdu føroysku kvinnurnar reint borð og vunnu gull. Finalan endaði við 5-2 sigri á Gotlandi.
Tvey ár seinni, í 2005, varð leikt á Hetlandi. Her vunnu føroysku kvinnurnar eisini alt og vunnu gull triðja árið á rað.
Eftir hesar leikir bleiv avgjørt, at føroysku kvinnurnar skuldu hava aðrar avbjóðingar, fyri at tær kundu menna seg, og hava tískil ikki luttikið á Oyggjaleikum síðani.

 


Email: kvinnufotbolt@kvinnufotbolt.com