Heim Landsliðini Eru víðari
Eru víðari PDF Prenta E-mail
Týsdagur, 09 apríl 2013 22:56

 

 

Við sigri í seinasta dystinum á Georgia, tryggjaðu kvinnurnar sær víðari luttøku til HM undankappingina 2015

Við 2-1 sigrinum á Georga er okkara A-landslið, sum tað fyrsta føroyska landsliðið, sum hevur spælt seg víðari úr einari undankapping.

Undan dystinum var nokk við einum stigi, men við tveimum málum frá Heidi Sevdal, eitt í hvørjum hálvleiki, og tá hinar bert fingu tað eina, so fingu okkara øll trý stigini.

Sum skiljst úr Litava so var tað ein sannur liðinnsatsur sum bar liðið fram. Eins og til hinar dystirnar, so valdu Litavisku vertirnir ein dagsins leikara frá hvørjum av liðunum og hesaferð varð miðvallarkemparin, Fríðrun Danielsen vald sum dagsins leikari.

Tá allir dystirnir vóru leiktir, so varð støðan tann, at okkara gentur endaðu ovast í bólkinum við 7 stigum. Montenegro sum kundi fáa sama stigartal sum vit, men ein betri málmun, leikti bert javnt móti Litava í teirra seinasta dysti og fekk sostatt 5 stig. Georgia endaði á triðja plássi við 3 stigum og Litava aftast við einum stigi.

Í teimum trimum dystunum hevur føroyska liðið fingið 7 stig, skotið 6 mál, meðan 4 mál fóru farin inn. Heidi Sevdal hevur skotið fýra mál, meðan Rannvá B. Andreasen og Íðunn E. Magnunssen hava gjørt hvør sítt mál í kappingini í Litava.

Sostatt verða tað Føroyar og Montenegro sum fara víðari til HM undankappingina, saman við Malta og Albania úr hinum bólkinum. Tann undankappingin verður skipað eftir sama leisti sum við undankappingini hjá monnum.

Hetta við at hava "undan"-undankapping til vanligu undankappingina, er nakað UEFA og FIFA hava roynt sum eina yvirgongd í nøkur ár. Fyri árum síðan m.a. tá vit í 1995/96 luttóku við kvinnunum á fyrsta sinni, tá vóru vit og helvtin at londunum í Europa í einari B-kapping. Har vinnarin slapp at luttaka saman við A-liðunum til næstu undankapping. Also kundu øll londini ikki ein gongd teoretiskt blíva Europa- ella Heimsmeistarar. Tað kunna vit nú við hesum kappingarleistinum. Ætlandi er at um nøkur ár, so verður ikki hetta slagið av "undan"-undankapping, men bert vanlig undankapping fyri liðini sum hava melda til. So tað sum Joakim Løw vil hava inn í kappingina hjá monnum, er á veg út hjá kvinnunum.

Týsdagin 16. apríl verður lutakast um, hvørjum føroysku kvinnurnar skulu møta í HM-undankappingi, sum byrjar í september mánaða. Og tá fáa vit við víssu eitt av teimu heilt stóru: Týskland, Svøríki, Frakland, Ongland, Norra, Italia ella Denmark. Kappast verður í sjey bólkum við seks liðum í hvørjum. Føroyar eru í niðasta seedingsbólkinum.

Føroyska ferðalagið kemur aftur til Føroyar seinnapartin mikudagin.

 

Føroyar - Georgia 2-1 (1-0):
1-0 Heidi Sevdal 37'
1-1
2-1 Heidi Sevdal 73'

Føroyar
16. Randi Wardum -  5. Bára S. Klakstein,   8. Malena Josephsen (liðs.), 12. Liljan av Fløtum Petersen, 7. Rakul M. Johannesen - 17. Olga Kristina Hansen (9. Rannvá B. Andreasen 60.min), 14. Oddrún Danielsen, 3 Fríðrún Danielsen, 10. Heidi Sevdal - 6. Eyðvør Klakstein (15. Doris í Garði Olafsdóttir, 89.min) - 13. Íðunn Magnussen (4. Lív Arge, 89.min),

Á bonkinum uttan at koma inn: 1. Nina Davidsen, 2. Maria K. Thomsen og 18. Laila Pætursdóttir;

(Ansy Sevdal var leikbannað)

Gult kort: Fríðrun Danielsen og Rannvá Andreasen

Úrslit og støður:

 

Bólkur A:
Albania - Luxembourg
Malta - Letland 2-0

Malta 4 stig, 6-0 í málum
Albanina 4 stig, 2-0
Letland 1 stig, 1-2
Luxembourg 1 stig, 1-6

Bólkur B:

Montenegro - Litava 1-1

Føroyar 7 stig, 6-4
Montenegro 5 stig, 6-4
Georgia 3 stig, 5-7
Litava 1 stig, 4-6

 

 

Niðanfyri eru myndir "lántar" av Litaviskari Facebook síðu

Trýst á myndina fyri at fáa hana størri.

 


Email: kvinnufotbolt@kvinnufotbolt.com