Heim Landsliðini Gott lutakast
Gott lutakast PDF Prenta E-mail
Týsdagur, 16 apríl 2013 21:08

Í dag var lutakast í Nyon um hvussu leikast skal í HM-undankappingini

Føroyar var við fyri fyrstu ferð og vóru tær styrkismettar í tann veikasta pottin. Í alt vóru 7 pottar við seks londum í hvørjum. Føroyar komu í bólk saman við Svøríki, Skotlandi, Polandi, Norður Írlandi og Bosnia og Herzegovina.

Svøríki er mett at verða eitt av fremstu liðunum í Evropa og liggja tær á 6. plássi á styrkislistanum. Skotlandi hevur ment seg nógv seinastu árini og eru tær mettar til eitt 21. pláss á Fifa styrkislistanum. Póland er liggur í løtuni á einum 31. plássi á styrkislistanum, men hevur liðið fingið góð úrslit seinastu tíðina. Norður Írland hevur ment sera nógv seinastu árini, har flestu leikarnir leika uttanlanda. Tær liggja í løtuni á einum 55. plássi á seinasta Fifa styrkislistanum. Seinasta liðið ið Føroyar skal leika ímóti er Bosnia & Herzegovina, ið Føroyar leikti ímóti í 2009. Ta ferðina endaði tað við einum 3-2 tapi í einum jøvnum og spennandi dysti. Bosnia liggur á einum 82. plássi, 10 pláss aftanfyri Føroyar.

Dystarskráin er longu klár, har Føroyar leggja fyri á heimavølli í móti Skotlandi tann 22. september. Skráin sær soleiðis út:

22. september 2013 Føroyar - Skotland
26. september 2013 Póland - Føroyar
31. oktober 2013 Svøríki - Føroyar

5. apríl 2014 Føroyar - Bosnia & Herzegovina
9. apríl 2014 Føroyar - Norður Írland
8. mai 2014 Føroyar - Pólland
19. juni 2014 Føroyar - Svøríki
20. august 2014 Bosnia & Herzegovina - Føroyar
13. september 2014 Skotland - Føroyar
17. september 2014 Norður Írland - Føroyar

 

 


Email: kvinnufotbolt@kvinnufotbolt.com