Heim Tíðindi Útlendsk tíðindi Fyrsta kvinnan vald inní eksekutivnevndina í Fifa
Fyrsta kvinnan vald inní eksekutivnevndina í Fifa PDF Prenta E-mail
Sunnudagur, 02 juni 2013 20:55

Fyri fyrstu ferð nakrantíð er ein kvinnu vald inní eksekutivnevdina hjá Fifa

Presidenturin í fótbóltsambandinum í Burundi, Lydia Nsekera, er sum tann fyrsta kvinnan nakrantíð vald inní eksekutvnevndina hjá Fifa. Teir blíva vanligt kallaðir hálvgudar, og teir hava maktina at avgera hvar HM skal spælast. Limirnir í hesu nevndini bestemma nógv, og hagartil hava tað bert verið menn í hava siti í hesu nevndini.

Men soleiðis er ikki longur, tí nú er tað blivi pláss fyri eini kvinnu. Lydia Nsekera bleiv vald inní nevndina eftir at hon fekk 95 av 203 atkvøðum.

Eg eri glað fyri at verða fyrsta kvinnan, ið er vald inn. Tað er týdningarmikið fyri Afrika, fyri Burundi og fyri kvinnur í allari verðini, sigur Nsekera til BBC.

Í nevndini arbeiða vit sum eitt lið, men mítt persónliga mál er at fáa fleiri kvinnur til at verða venjarar. Eg vil arbeiða fyri, at fleiri kvinnur koma inní nevndina, og at biðja foreldrini um at lata teirra døtur spæla fótbólt, sigur hon.

Umframt Lydia Nsekera, ið er vald fyri 4 ár, so eru Moya Dodd frá Australia og Sonia Ben-Aime úr Turks- og Caicosoyggjunum eisini valdar inn fyri 1 ár.

 

 

 

 

1. deild

# Team D Mm Stig
1 EBS/Skála 20 69 52
2 20 80 50
3 HB 20 17 35
4 ÍF/Víkingur 20 -70 16
5 B36 20 -42 14
6 B68 20 -54 8



Email: kvinnufotbolt@kvinnufotbolt.com