Heim Tíðindi Føroysk tíðindi EBS/Skála einsamalt á odda
EBS/Skála einsamalt á odda PDF Prenta E-mail
Mánadagur, 10 juni 2013 20:44

EBS/Skála er einsamalt á odda, eftir at KÍ snávaði í móti B36. AB fingið fyrsta stigið

Mest áhugaverda úrslitið var í Gundadali, tá KÍ bert fekk ta eina stigið úr Gundadali. Seinasta vikuskiftið eydnaðist tað B36 at taka stig frá HB, og hetta vikuskiftið tóku tær stig frá KÍ. Tað var Katarina Saxov ið legði B36 á odda 1-0 við einum flottum beinleiðis frísparki, ið Beckham neyvan hevði klára at gjørt kunstin eftir. Bólturin brast í trýkantin og inn. KÍ trýsti restina av dystinum, men tað eydnaðist teimum bert at fáa tað eina málið í 28. minutti, tá eitt skot frá Sigrun Sirdal snýtti B36 málverjan. Við javnleikinum liggur KÍ nú á øðrum plássi við tveimum stigum aftanfyri EBS/Skála. B36 liggur á einum tryggum fjórða plássi.

B36 - KÍ 1 - 1 (1 - 1)
1 - 0 Katarina Saxov, 14'
1 - 1 Sigrun Sirdal, 28'

 

EBS/Skála vann ein tryggan sigur á ÍF. Úrslitið gjørdist 6-2. Fríðrún Danielsen legði felagsliðið á odda 1-0 tá 13. minuttir vóru leiktir og bert tríggjar minuttir seinni økti Ansy Sevdal til 2-0. ÍF fekk tó spenning í aftur dystin tá Durita Nielsen minkaði um munin til 2-1, men ÍF vóru tó óhepnar at gera sjálvmál ein minutt seinni, so hálvleiksstøðan varð 3-1.
Tíðliga í seinna hálvleiki minkaði Erla K. Róin um munin og fekk spenning í aftur, men so setti felagsliðið tingini uppá pláss og vunnu dystin 6-2. Málskjúttar vóru Fríðrún Danielsen, Kára Djurhuus og Birna T. Johannesen. Við sigrinum liggur EBS/Skála nú einsamalt á odda við 24 stigum.

EBS/Skála - ÍF 6 - 2 (3 - 1)
1 - 0 Fríðrún Danielsen, 13'
2 - 0 Ansy Sevdal, 16'
2 - 1 Durita Nielsen, 44'
3 - 1 Sjálvmál, 45'
3 - 2 Erla K. Róin, 53'
4 - 2 Kára Djurhuus, 59'
5 - 2 Fríðrún Danielsen, 74'
6 - 2 Birna T. Johannesen, 90'


AB fekk fyrsta stigið hetta kappingarárið tá tær vóru í Gøtu og vitjaðu Víking. Dysturin endaði við einum málleysum javnleiki. Víkingur hevði bóltin fyri tað mesta, men tað eydnaðist ikki at fáa bóltin yvirum málstrikuna. Hetta er fyrsta stigið hjá AB hetta kappingarárið, men Víkingur enn liggur á næstniðasta plássi

Víkingur - AB 0 - 0

 

 

1. deild

# Team D Mm Stig
1 EBS/Skála 20 69 52
2 20 80 50
3 HB 20 17 35
4 ÍF/Víkingur 20 -70 16
5 B36 20 -42 14
6 B68 20 -54 8



Email: kvinnufotbolt@kvinnufotbolt.com