KÍ reisti seg PDF Prenta E-mail
Mánadagur, 17 juni 2013 08:35



KÍ vann stórt á arvafíggindanum og ÍF og B36 vunnu grannauppgerðirnar

Mest áhugaverdi dysturin hetta vikuskiftið var í Klaksvík, tá KÍ skuldi reisa seg aftur eftir skuffandi javnleikin í móti B36 seinasta vikuskiftið. Við einum sigri, skuldi HB royna at koma innaftur í FM-stríðið. KÍ-kvinnurnur vunnu dystin 4-0 eftir at tær vóru á odda 1-0 í hálvleikinum. Eyðvør Klakstein legði KÍ á odda tá 14. minuttir vóru leiktir og hendan støðan helt sær til hálvleik. Í seinna hálvleiki setti KÍ tingini uppá pláss og skoraðu trý mál afturat. Fyrst var tað Sigrid Jacobsen ið økti til 2-0 í 51. minutti og 20 minuttir seinni økti Rannvá Andreasen til 3-0 og bert 6. minuttir seinni gjørdi Eyðvør sítt næsta mál  í dystinum. Við sigrinum legði KÍ seg fyribils á fyrsta plássið, meðan HB verður verðandi á triðja plássi.

KÍ - HB 4 - 0 (1 - 0)
1 - 0 Eyðvør Klakstein, 14'
2 - 0 Sigrid Jacobsen, 51'
3 - 0 Rannvá B. Andreasen, 71'
4 - 0 Eyðvør Klakstein, 77'


Á Argjum tók AB ímóti B36. Her vann B36 ein tepran sigur á 1-0. Málið kom á 29. minuttir vóru leiktir og var Elsa Anna Mohr í skoraði.

AB - B36 0 - 1 (0 - 1)
0 - 1 Elsa Anna Mohr, 29'


Í Fuglafirði var grannauppgerð tá Víkingur var og vitjaði. Her gjørdist endin tann at ÍF vann 1-0. Víkingur hevur ikki verið nóg klárar, tá seinni hálvleikur er farin í gongd, tí longu í fyrsta minutti legði Elsa G. Sevdal ÍF á odda 1-0 og hetta skuldi vísa seg at blíva einsta málið í dystinum.

ÍF - Víkingur 1 - 0 (0 - 0)
1 - 0 Elsa G. Sevdal, 46'


Longu mikudagin verða tveir dystir leiktir, hetta eru dystir ið eru fluttir frá umfarinum 6. juli. AB tekur í móti KÍ og EBS/Skála tekur ímóti B36. Báðir dystirnir byrja kl. 19:30.

23. juni verða dystirnir hesir
Víkingur - EBS/Skála
HB - AB
B36 - ÍF

 

1. deild

# Team D Mm Stig
1 EBS/Skála 20 69 52
2 20 80 50
3 HB 20 17 35
4 ÍF/Víkingur 20 -70 16
5 B36 20 -42 14
6 B68 20 -54 8



Email: kvinnufotbolt@kvinnufotbolt.com