Heim Tíðindi Føroysk tíðindi Favorittarnir vunnu
Favorittarnir vunnu PDF Prenta E-mail
Mánadagur, 24 juni 2013 09:20

Tað var lítil spenningur í dystunum hetta vikuskiftið. Ovaru liðini vunnu sínar dystir trygt

Í Gundadali leiktu HB og AB og her vann HB stórsigur uppá 7-0. Heidi Sevdal gjørdi eitt orduligt hál og skoraði 4 mál. Elin Maria Isaksen skoraði 2 mál og Lív Arge skoraði eitt. Hálvleiksstøðan var 3-0.

HB - AB 7 - 0 (3 - 0)
1 - 0 Heidi Sevdal, 7'
2 - 0 Lív F. Arge, 14'
3 - 0 Elin Maria Isaksen, 37'
4 - 0 Heidi Sevdal, 60'
5 - 0 Heidi Sevdal, 77'
6 - 0 Heidi Sevdal, 80'
7 - 0 Elin Maria Isaksen, 89'

 

B36 vann ein tepran 3-2 sigur á ÍF tá tey møttust í fyrsta umfarinum í Fuglafirði, men nú tá liðini møttust í Havn, var eingin ivi. B36 vann tryggan 5-0 sigur eftir hálvleikstøðuna 1-0. Ásla Johannesen skoraði málið.
Í seinna hálvleiki setti B36 tingini uppá pláss og skoraði 4 mál afturat. Ásla Johannesen var á plettinum tvær ferðir afturat meðan Katrina Saxov og Rakul Johannesen skoraði hvør sítt.

B36 - ÍF 5 - 0 (1 - 0)
1 - 0 Ásla Johannesen, 28'
2 - 0 Katrina Saxov, 61'
3 - 0 Rakul M. Johannesen, 68'
4 - 0 Ásla Johannesen, 86'
5 - 0 Ásla Johannesen, 88'

 

Í Gøtu var felagsliðið EBS/Skála og vitjaði. Tær fóru heimaftur við einum 4-0 sigri eftir hálvleikstøðuna 3-0. Ansy Sevdal legði EBS/Skála á odda í 6. minutti og bara 4. minuttir setti hon høvdi á eitt frísparksinnlegg og skoraði til 2-0. Íðunn Magnussen gjørdi tað til 3-0 átta minuttir seinni. Aftaná hetta steðgaði málskjótingin upp og vit skuldu bíða heilt til 90. minutt áðrenn felagsliðið skoraði aftur. Fríðrún Danielsen skoraði seinasta málið. Sigurin førir við sær at EBS/Skála heldur summarferiu á fyrsta plássinum, tvey stig frammanfyri KÍ.

Víkingur - EBS/Skála 0 - 4 (0 - 3)
0 - 1 Ansy Sevdal, 6'
0 - 2 Ansy Sevdal, 10'
0 - 3 Íðunn Magnussen, 18'
0 - 4 Fríðrún Danielsen, 90'


Komandi vikuskiftið eru seinnu hálvfinalurnar á skránni. Her tekur KÍ ímóti EBS/Skála og ÍF tekur ímóti Víkingi. KÍ vann fyrra dystin 4-0 meðan Víkingur vann fyrra dystin 3-1 í móti ÍF.

 

1. deild

# Team D Mm Stig
1 EBS/Skála 20 69 52
2 20 80 50
3 HB 20 17 35
4 ÍF/Víkingur 20 -70 16
5 B36 20 -42 14
6 B68 20 -54 8



Email: kvinnufotbolt@kvinnufotbolt.com