Heim Tíðindi Føroysk tíðindi ÍF og KÍ í finaluni
ÍF og KÍ í finaluni PDF Prenta E-mail
Sunnudagur, 30 juni 2013 23:19

Tað verða ÍF og KÍ, ið koma at leika steypafinaluna á Tórsvølli tann 24. august.

Víkingur fór til Fuglafjørð við einum 3-1 sigri í skjáttuni frá fyrra dystinum, men hetta skuldi vísa seg ikki at verða nokk fyri tær, tí tær taptu 2-0 í seinna dystinum. Tískil fer ÍF víðari við útivallarmál regluni.
Dania Olsen legði ÍF á odda tá 26. minuttir vóru leiktir. Sagt verður úr Fuglafirði, at ÍF var tað betra liðið og skuldi havt fingið fleiri mál. Í seinna hálvleiki vóru liðini meira jøvn, men tað var tó ÍF ið var farligari. Tað eydnaðist teimum eisini at fáa tað næsta málið, ið sendu tær í finaluna, tá Víkingur var óheppi at gera sjálvmál. Tað eydnaðist ikki Víkingi at svara aftur og sostatt hava ÍF-kvinnur fyri fyrsu ferð nakrantíð leikt seg í steypafinaluna hjá kvinnum.

ÍF - Víkingur 2 - 0 (1 - 0)
1 - 0 Dania Olsen, 26'
2 - 0 Sjálvmál, 80'


Í Klaksvík tók KÍ ímóti oddaliðnum EBS/Skála. Her endaði tann fyrri dysturin 4-0 til KÍ og tískil skuldi felagsliðið skora 5 ferðir ímóti KÍ-kvinnum. Tað var eisini felagsliðið í byrjaði dystin betur og legði seg longu á odda í 6. minutti, men so vaknaði KÍ og tær hugdu ikki afturum seg aftur. Tá fari var til hálvleiks var støðan 3-1 til KÍ.
Í seinna hálvleiki var bert eitt lið á vøllinum. KÍ-kvinnurnar spældu EBS/Skála av vøllinum og vunnu dystin heili 11-2 ið ikki var eitt mál og ov nógv. Samanlagt vunnu KÍ-kvinnurnar 15-2 á EBS/Skála og hava tær nú leikt seg í 15. finaluna á rað.

KÍ - EBS/Skála 11 - 2 (3 - 1)
0 - 1 Ansy Sevdal, 6'
1 - 1 Rannvá Andreasen, 31'
2 - 1 Rannvá Andreasen, 32'
3 - 1 Maria K. Thomsen, 42'
4 - 1 Maria K. Thomsen, 49'
5 - 1 Sigrid Jacobsen, 52'
6 - 1 Maria K. Thomsen, 54'
7 - 1 Maria K. Thomsen, 58'
8 - 1 Ása K. Thomsen, 63'
9 - 1 Ása K. Thomsen, 67'
9 - 2 Kára Djurhuus, 70'
10 - 2 Gudný Johannessen, 79'
11 - 2 Sigrid Jacobsen, 87'


Finalan verður leikt á Tórsvølli tann 24. august.

 

1. deild

# Team D Mm Stig
1 EBS/Skála 20 69 52
2 20 80 50
3 HB 20 17 35
4 ÍF/Víkingur 20 -70 16
5 B36 20 -42 14
6 B68 20 -54 8



Email: kvinnufotbolt@kvinnufotbolt.com