EM byrjar í dag PDF Prenta E-mail
Mikudagur, 10 juli 2013 14:11

EM 2013 í Svøríki fer av bakkastokki í dag kl. 17.


Tað verða 12 lond ið fara at stríðast um EM-steypið. Av teimum londunum eru heili fimm norðurlond við. Týskland, ið er verðandi evropameistari, eru favorittar til at vinna aftur í ár, men vertirnir, Svøríki, metast eisini til at verða eitt av liðunum, ið kann fara avstað við heitinum.

Bólkarnir síggja soleiðis út:

Bólkur A
Danmark
Finland
Italita
Svøríki

Bólkur B
Týskland
Ísland
Holland
Noregi

Bólkur C
Ongland
Frakland
Rusland
Spania


Tað verður mett at Danmark og Svøríki fara at leika seg víðari úr bólki A. Í bólki B er Týskland favorittur at fara víðari, meðan tað er meira javnt í millum hini liðini. Í bólki C verður mett at Frakland er sterkasta liðið, meðan Ongland og Rusland koma at kempa um næsta plássi. Tað koma tvey lið víðari úr hvørjum bólki og tveir teir bestu trý-arnir koma eisini víðari til fjóringsfinalurnar.

Bólkur A verður leiktur á Gamla Ullevi í Gøteborg og á Örjans Vall í Halmstad, Bólkur B verður leiktur á Öster Arena í Vaxjo og Kalmar Arena í Kalmar, og bólkur C verður leiktur á Nya Parken í Norrköping og Linköping Arena í Linköping.

Allir dystirnir verða vístir á Eurosport

 

 

1. deild

# Team D Mm Stig
1 EBS/Skála 20 69 52
2 20 80 50
3 HB 20 17 35
4 ÍF/Víkingur 20 -70 16
5 B36 20 -42 14
6 B68 20 -54 8



Email: kvinnufotbolt@kvinnufotbolt.com