Heim Tíðindi Útlendsk tíðindi Bjargaði tveimum brotsspørkum
Bjargaði tveimum brotsspørkum PDF Prenta E-mail
Mikudagur, 10 juli 2013 22:51



Báðir dystirnir í dag endaðu við javnleiki. Málverjin hjá Danmark gjørdist dagsins leikari við at bjarga tveimum brotsspørkum

Fyri dysturin var ímillum Finland og Italia. Hetta eru tær finsku gentirnar helst betur nøgdar, tí Italia royndi at trýsta Finland, men tær høvdu stórar trupuleikar at leika seg í gjøgnum sterku finsku verjuna. Frameftir skapti Finland ikki nógv og høvdu ikki eitt skot, ið rakti málið.

Sjálvur setanar dysturin var ímillum vertirnar Svøríki og Danmark. Her gjørdist talan um ein góðan undirhaldandi dyst. Tað var Danmark ið var betur í fyrra hálvleiki og tað vóru eisini tær, ið løgdu seg á odda tá 26. minuttir vóru leiktir. Marianne Gajhede Knudsen slapp í gjøgnum verjuna hjá Svøríki og við góðum skotið legði hon Danmark á odda. Svøríki fekk tó javna løtu seinni við einum frísparki í bleiv sent inn í brotsteigin. Har var Nilla Ficher hægst og stútaði bóltin í netið.
Í seinna hálvleiki var Svøríki betur, men Danmark høvdu tó sínar kjansir. Tær høvdu góðan møguleika at leggja seg á odda tá Julie Rydahl bleiv spælt frí men fekk ikki bóltin framvið málverjanum, men í staðin fer Svøríki avstað við bóltinum og fáa brotspark í hinum endanum. Stjørnuspælarin úr Lyon, Lotta Schelin varð sett at skjóta, men málverjin hjá Danmark, Stine Lykke hevði lúrt hana av og bjargaði skotinum.
Eftir hetta trýsti Svøríki enn meira, men tað sá tó út til at dysturin fór at endað við javnleiki, men tá fimm minuttir vóru eftir at leika fekk Svøríki aftur brotsspark. Hesaferð var Kosovare Asllani sett at skjóta, men skoti var alt annað enn gott, og málverjin hevði ongar trupuleikar at møta. Sostatt bleiv málverjin hjá Danmark stóri spælarin, tí tað kemur ikki ofta fyri, at ein bjargar tveimum brotsspørkum í einum hálvleiki.

Støðan í bólkinum er nú tann, at øll liðini hava eitt stig í part og alt er púra opið.

Í morgin eru bólkur B á skránni og verða dystirnir:
Noregi - Ísland kl. 17:00
Týskland - Holland kl. 19:30

 

 

1. deild

# Team D Mm Stig
1 EBS/Skála 20 69 52
2 20 80 50
3 HB 20 17 35
4 ÍF/Víkingur 20 -70 16
5 B36 20 -42 14
6 B68 20 -54 8



Email: kvinnufotbolt@kvinnufotbolt.com