Heim Tíðindi Útlendsk tíðindi Bíða framvegis eftir fyrsta sigrinum
Bíða framvegis eftir fyrsta sigrinum PDF Prenta E-mail
Hósdagur, 11 juli 2013 21:08

Aftur í dag endaðu báðir dystirnir við javnleiki

Noregi og Ísland leiktu javnleik 1-1. Tað var Noregi í trýsti meira og tær komu eisini á odda í fyrra hálvleiki, tá verjan hjá Íslandi feildømdi ein bólt, og Kristine Hegland kundi skorað til 1-0. Í seinna hálvleiki kom Ísland betur við, men tað var framvegis Noregi í trýsti meira, men tá umleið fimm minuttir vóru eftir at leika bleiv Soffia A. Gunnarsdóttir bleiv feld í brotsteignum og brotsspark varð dømt. Margrét Lára Vidarsdóttir skoraði trygt frá ellivu metrum.
Hetta er fyrsta stig ið Ísland nakrantíð hevur fingið í einum endaspæli. Í 2009, ið var fyrsta endaspæl hjá Íslandi, tapti tær allar dystirnar.


Tað eydnaðist heldur ikki favorittunum úr Týsklandi at vinna í dag. Tør leiktu ein málleysan javnleik í móti Hollandi. Tað leikaði javnt á, og bæði liðini kundu fari avstað við sigrinum, men hvørki av liðnum tók av, tá møguleikarnir vóru.


Í morgin er bólkur C á skránni og verða dystirnir hesir:
Frakland - Rusland kl. 17:00
Ongland - Spania kl. 19:30

 

 

 

1. deild

# Team D Mm Stig
1 EBS/Skála 20 69 52
2 20 80 50
3 HB 20 17 35
4 ÍF/Víkingur 20 -70 16
5 B36 20 -42 14
6 B68 20 -54 8



Email: kvinnufotbolt@kvinnufotbolt.com