Heim Tíðindi Útlendsk tíðindi Donsku leikararnir sakna viðurkenning
Donsku leikararnir sakna viðurkenning PDF Prenta E-mail
Fríggjadagur, 12 juli 2013 21:47




Donsku kvinnurnar sakna áhuga frá donsku miðlunum

Danmark hevur fingið eina góða byrjan, uppá EM-endaspælið í Svøríki, við 1-1 javnleiki í opningsdystinum móti svensku vertunum. Nógv verður gjørt burtur úr, og svensku miðlarnir eru á tremur við tilfari frá EM kapppingini. Lokalbløð, landsdekkandi bløð, sjónvarps og útvarpsrásir eru til venjing og dystir. Tað sigst at 700 fjølmiðlafólk hava biðið um atgongd. Meðan miðlarnir í Svøríki, Íslandi, Norra og europeisku stórtjóðunum hava fingið eyguni upp fyri kvinnufótbóltinum, er "lívið hjá dønum enn ov stutt til kvinnufótbólt." Donsku kvinnurnar síggja ikki nógv til danska miðlar.

Leikararnir Mariann Gajhede Knudsen og Johanna M. B. Rasmussen, ið báðar leika í Svøríki sum yrkisleikarar, skriva eina "klummu" í Tipsbladet, har tær søknast eftir áhuganum hjá donsku fjølmiðlunum.

Greinin er áhugaverd, tí tað er júst tað sama sum føroyskur kvinnufótbóltur stríðist við. Greinin kann lesast her.

EkstraBladet hevði eisini eina "klummu" um sama evnið ein annan dag. Har eftirlýsti ítróttarblaðstjórin áhugan/viðkenning av kvinnufótbóltinum. Hann helt, at danska fótbóltssambandið DBU sjálvt legði vánaligu linjuna. Somuleiðis ein grein sum vit í Føroyum kunnu nikka kennandi til. Greinin kann lesast her.

 

1. deild

# Team D Mm Stig
1 EBS/Skála 20 69 52
2 20 80 50
3 HB 20 17 35
4 ÍF/Víkingur 20 -70 16
5 B36 20 -42 14
6 B68 20 -54 8



Email: kvinnufotbolt@kvinnufotbolt.com