Fyrstu sigrarnir PDF Prenta E-mail
Fríggjadagur, 12 juli 2013 22:44

Frakland og Spania vunnu fyrstu dystirnar við EM í Svøríki

Frakland, ið má metast til at verða eitt av liðnum, ið fer at koma langt í kappingini, vann ein tryggan 3-1 sigur á Ruslandi. Marie-Laure Delie, sum til dagligt leikar við Montpellier, legði Frakland á odda 21. minuttir vóru leiktir og bara tíggju minuttir seinni økti sami leikari til 2-0. Lyon leikarin, Eugénie Le Sommer, økti til 3-0 tá 67. minuttir vóru leiktir. Rusland fekk tó pynta um úrsltið tá Elena Morozova minkaði um munin til 3-1. Hetta var ein fult uppiborin sigur til Frakland.


Samandráttur frá dystinum Frakland-Rusland


 

Í hinum dystinum í bólki C var meira dramatikkur. Spania, ið er fyri fyrstu ferð við til EM, legði seg á odda longu í 5. minutti tá liðskiparin Verónica Boquete skoraði. Men Ongland kom skjótt yvir hvøkkin og fekk javna tríggjar minuttir seinni, við máli frá Chelsea leikarnum Eniola Aluko. Hendan støðan helt sær heilt fram til 86. minutt, tá Spania aftur legði seg á odda við máli frá Jennifer Hermoso, men enn einaferð eydnaðist tað Onglandi at koma aftur og javna. Laura Bassett javnaði í 89. minutti eftir hornaspark. Nú sá tað út til at dysturin fór at enda við javnleiki, men Spania vildi tað ørvísið. Júst tá tríggir minuttir vóru farnir av tíðini, ið dómarin hevði lagt afturat, eydnaðist tað Spania at hála sigurin heim, tá málverjin var óheppin við einum innleggi, og bólturin endaði í málinum. Sostatt vann Spania teirra fyrsta dyst við eitt endaspæl og ein skuffandi byrjan fyri Ongland.


Samandráttur Ongland - Spania

 

1. deild

# Team D Mm Stig
1 EBS/Skála 20 69 52
2 20 80 50
3 HB 20 17 35
4 ÍF/Víkingur 20 -70 16
5 B36 20 -42 14
6 B68 20 -54 8



Email: kvinnufotbolt@kvinnufotbolt.com