Heim Tíðindi Útlendsk tíðindi Trý kvinnulið við í Oyggjaleikunum á Bermuda
Trý kvinnulið við í Oyggjaleikunum á Bermuda PDF Prenta E-mail
Leygardagur, 13 juli 2013 22:40

 

Bert tý lið eru við í fótbóltskappingini á Oyggjeleikunum á Bermuda.

Grønland, Hitra og vertirnir úr Bermuda eru einastu oyggjarnar sum hava sent fótbóltslið við kvinnum til Oyggjaleikirnar 2013. Sostatt skal nýggjur vinnari finnast, tí undanfarnu leikir eru tað bert Føroyar og Åland sum hava vunnið.

Grønland fekk seinast sítt besta úrslit nakantíð, tá tær vunnu bronsu. Hitra sum er norsk oyggj við góðum 4000 íbúgvum hevur ikki áður fingið heiðursmerki. Føroyar møtti Bermuda í Hetlandi 2005 og er tað einasti Oyggjaleikadystur øll árini í Oyggjaleikasøguni sum er FIFA skrásettur. Tí bæði Føroyar og Bermuda eru limalond hjá FIFA.

Kappingin er skipað sum bólkaspæl har øll trý liðini møtast innanhýsis. Síðan verða heiðursmerkjadystir har nummar 2 og 3 spæla hálvfinalu um finalupláss móti nummar 1 í innleiðandi umfarinum.

Skráin er henda:
Sunnudagin 14. juli kl. 18.00 Bermuda - Grønland
Mánadagin 15. juli kl. 18.00 Bermuda - Hitra
Týsdagin 16. juli kl. 18.00 Grønland - Hitra

Mikudagin 17. juli kl. 18.00 Nummar 2 - nummar 3 frá innleiðandi umfari.
Hósdain 18. juli kl. 18.00 Finala: Nummar 1 og vinnarin av dystinum millum nr. 2 og nr. 3.

Vinnarar undanfarnu ár:
2011 Oyl á Isle of Wight - Áland
2009 Oyl á Álandi - Áland
2007 Oyl á Rodhos - Áland
2005 Oyl á Hetlandi - Føroyar
2003 Oyl á Guernsey - Føroyar
2001 Oyl á Isle of Man - Føroyar

Fýra lið við í kappingini hjá monnum
Bermuda
Faklands Oyggjarnar
Froya
Grønland

Heimasíðan hjá Bermuda 2013 er her.

Vit hava áður skriva um Grønland og fara at fylgja teimum er á síðuni. Greinin sum var í mei-mánað kann lesast her.

 

1. deild

# Team D Mm Stig
1 EBS/Skála 20 69 52
2 20 80 50
3 HB 20 17 35
4 ÍF/Víkingur 20 -70 16
5 B36 20 -42 14
6 B68 20 -54 8



Email: kvinnufotbolt@kvinnufotbolt.com