Heim Tíðindi Útlendsk tíðindi Bermuda vann fyrsta dystin
Bermuda vann fyrsta dystin PDF Prenta E-mail
Mánadagur, 15 juli 2013 14:42

 



Grønlendska liðið undan fyrsta dystinum (Mynd: Bent Petersen)

Bermuda vann 5-1 á Grønlandi í fyrsta dystinum í fótbóltskappingini hjá kvinnum. Nokk ikki so løgið, at grønlendsku kvinnurnar hoyknaðu undan móti endanum í nógva hitanum.

Vertirnir úr Bermuda vunnu stórsigur á Grønlandi í fyrsta dystinum í fótbóltskappingini hjá kvinnum í Oyggjaleikunum á Bermuda. Hálvleiksstøðan var 1-0. Bermuda kom á odda 2-0 áðrenn Grønland minkaði til 2-1, men so gekk skjótt og Bermuda tryggjaði sær ein stórsigur í fyrsta dystinum.

"Bermuda var betur á øllum økjum. Tær leiktu væl við høgari ferð. Veðrið her ger, at tær kunnu venja alt árið, ið vit eisini sóu", sigur grønlendski landsliðsvenjarin, Bent Petersen, við grønlendska blaðið Sermitisiaq AG. Tær taptu taptu serliga fyri tí góða fysikkinum og teknikkinum hjá Bermuda.

Føroyar hevur einaferð møtt Bermuda til Oyggjaleikir í einum 3-0 sigri í Hetlandi. Hetta er eisini einasti FIFA skrásetti dystur, sum er leiktur til Oyggjaleikir. Grønland og Føroyar hava ongan "landsdyst" leikt við kvinnulandsliðinum.

Næsti dystur til Oyggjaleikirnar er mándagin 15. juli millum Bermuda og norsku oynna Hitra.


Bermuda - Grønland 5-1 (1-0):
1-0 Cheyra Bell 15'
2-0 Tschana Wade 52'
2-1 Laila Platoú 53'
3-1 Akeyla Furbert 55'
4-1 Aaliyah Nolan 63'
5-1 Jessica Furtado 76'

Støðan:
                 dyst - mál - stig
Bermuda     1      5 - 1    3
Hitra           0      0 - 0    0
Grønland     1      1 - 5    0


Um 500 áskoðarar sóðu Bermuda-Grønland sunnudagin 14. juli 2013 á National Sport Centre Football (Mynd: Bent Petersen)

 

1. deild

# Team D Mm Stig
1 EBS/Skála 20 69 52
2 20 80 50
3 HB 20 17 35
4 ÍF/Víkingur 20 -70 16
5 B36 20 -42 14
6 B68 20 -54 8



Email: kvinnufotbolt@kvinnufotbolt.com