Heim Tíðindi Útlendsk tíðindi Grønland vann tryggan sigur á Hitra
Grønland vann tryggan sigur á Hitra PDF Prenta E-mail
Mikudagur, 17 juli 2013 08:56


Grete Street og Grønland vóru greitt betur enn Hitra (Mynd: Bent Petersen)

Grønland vann greiðan 4-1 sigur á Hitra sum eisini var hálvleiksstøðan.

Grønland kom framum 2-0, men so minkaði Hitra um munin til 2-1 áðrenn Grønland fekk tvey tøtt mál áðrenn hálvleikssteðgin. Kanska nógvi hitin hevur spælt inn, tá allir 22 norðurbúgvarnir tóku tað meira róðligt í seinna hálvleiki, tí tá kom onki mál.

Allir dystirnir í innleiðandi bólkaspælinum eru nú leiktir. Øll trý liðini hava verið í dysti móti hvørjum øðrum og longu nú eru greiðar ábendingar, at vertirnir úr Bermuda er sterkasta liðið og uttan iva ferð at vinna gull. Tær hava eisini longu tryggja sær pláss í finaluni. Í hálvfinaluni sum verður leikt í kvøld kl. 20.00 lokala tíð - møtast Grønland (sum tveyari) og Hitra (sum trýari).

Grønland - Hitra 4-1 (4-1):
1-0 Laila Platoú 14'
2-0 Lisa Petersen 19'
2-1 Julie Kristoffersen 26'
3-1 Birthe Ugpernángitsok 39'
4-1 Birthe Ugpernángitsok 41'

 

Støðan:
                 dyst - mál - stig
Bermuda     2      11 - 2    6
Grønland     2        5 - 6    3
Hitra           1        2 - 10   0

 


Tær ellivu sum byrjaðu dystin fyri Grønland móti Hitra (Mynd: Bent Petersen)

 

1. deild

# Team D Mm Stig
1 EBS/Skála 20 69 52
2 20 80 50
3 HB 20 17 35
4 ÍF/Víkingur 20 -70 16
5 B36 20 -42 14
6 B68 20 -54 8



Email: kvinnufotbolt@kvinnufotbolt.com