Heim Tíðindi Útlendsk tíðindi Ísland víðari í fjórðingsfinaluna
Ísland víðari í fjórðingsfinaluna PDF Prenta E-mail
Mikudagur, 17 juli 2013 21:41



Ísland hevur tryggja sær víðari luttøku og Týskland tapti fyri fyrstu ferð í 17 ár í EM

Nú bólkur A og B eru lidnir at spæla hava nøkur óvæntaði úrslit verið. Í bólki B vann Ísland fyri fyrstu ferð ein dyst í einum endaspæli og hesin sigurin tryggjaði teimum pláss í fjórðingsfinaluni. Ísland vann 1-0 ímóti Hollandi við máli frá Dagný Brynjarsdóttir, tá hálvur tími var leiktur.
Flestu høvdu vænta, at Týskland fór at tryggja sær fyrsta plássi í bólkinum, tá tær skuldu leika ímóti Noregi, men soleiðis bleiv ikki, tí Noregi vann nemliga dystin 1-0 og er hetta fyrsta tap, sum Týskland hevur verið útfyri í 17 ár í EM kappingini. Ingvild Isaksen skoraði málið fyri Noregi beint fyri hálvleik.

Í bólki A skuldi Danmark vinna á Finlandi fyri at tryggja sær víðari luttøku, og leingi sá út til at tað fór at eydnast, tá tær við málið frá Miu Brogaard løgdu seg á odda í 29. minutti. Men í 87. minutti eydnaðist tað Finlandi at javna við máli frá Annicu Sjölund. Hetta ger, at nú má Danmark fylgja við, hvat hendir í bólki C. Her má Danmark vóna, at Spania og Frakland vinna sínar dystir, soleiðis at Danmark kann verða eitt av liðnum, sum koma víðari sum besti trý-ari. Hesi bæði liðini hava longu tryggja sær víðari luttøku.

Í morgin verða seinstu dystirnir í bólki C leiktir har Frakland spælir ímóti Onglandi og Rusland spælir ímóti Spania. Dystirnir verða kl. 19:30.


Úrslit

Bólkur A
Italia - Finland 0 - 0
Svøríki - Danmark 1 - 1
Italia - Danmark 2 - 1
Finland - Svøríki 0 - 5
Svøríki - Italia 3 - 1
Danmark - Finland 1 - 1

Bólkur B
Noregi - Ísland 1 - 1
Týskland - Holland 0 - 0
Noregi - Holland 1 - 0
Ísland - Týskland 0 - 3
Týskland - Noregi 0 - 1
Holland - Ísland 0 - 1

Bólkur C
England - Spania 2 - 3
Frakland - Rusland 3 - 1
England - Rusland 1 - 1
Spania - Frakland 0 - 1
Frakland - England verður leiktur ímorgin
Rusland - Spania verður leiktur ímorgin




 

1. deild

# Team D Mm Stig
1 EBS/Skála 20 69 52
2 20 80 50
3 HB 20 17 35
4 ÍF/Víkingur 20 -70 16
5 B36 20 -42 14
6 B68 20 -54 8



Email: kvinnufotbolt@kvinnufotbolt.com