Heim Tíðindi Útlendsk tíðindi Grønland í finaluni
Grønland í finaluni PDF Prenta E-mail
Hósdagur, 18 juli 2013 15:05


Grønlendski hópurin varð fegin eftir at finaluplássið var tryggjað (Mynd: Bent Petersen)

Grønland vann 2-1 á Hitra í hálvfinaluni og eru klárar til finaluna móti Bermuda mikudagin.

Annan dagin á rað dystaðust Grønland og Hitra. Hesaferð var tað hálvfianlan og aftur hesaferð vann Grønland.  2-1 eftir hálvleiksstøðuna 2-0. Hitra minkaði um munin í móti dystarenda og fekk eitt sindur av spenningi í. Men ov seint var.

Grønland møtir Bermuda í finaluni fríggjadagin 18. juli kl. 18.00. Bermuda má metast sum stórfavorittur eftir at tær vunnu 5-1 á Grønlandi í bólkaspælinum.

Hjá monnunum er finalan millum somu lið: Bermuda og Grønland.

 

Hálvfinala:

Grønland - Hitra 4-1 (4-1):
1-0 Laila Platoú 22'
2-0  Bourup Egede 27'
2-1 Lise Røvik 89'



Tær ellivu sum byrjaðu hálvfinaluna fyri Grønland. (Mynd: Bent Petersen)


Grønlendski venjarin Bent Petersen, sum hevur verið so beinasamur at latið okkum myndatilfari.

 

1. deild

# Team D Mm Stig
1 EBS/Skála 20 69 52
2 20 80 50
3 HB 20 17 35
4 ÍF/Víkingur 20 -70 16
5 B36 20 -42 14
6 B68 20 -54 8



Email: kvinnufotbolt@kvinnufotbolt.com