Heim Tíðindi Útlendsk tíðindi Klárt til fjórðingsfinalurnar
Klárt til fjórðingsfinalurnar PDF Prenta E-mail
Hósdagur, 18 juli 2013 23:16



Frakland, Spania og Danmark, ið verða tey seinastu liðini í fjórðingsfinaluni

Frakland vann 3-0 á Onglandi og vann sostatt bólk C. Ongland endaði niðast í bólkinum við einum stigi. Spania endaði á øðrum plássi, við at leika javnleik í móti Ruslandi. Rusland endaði á triðja plássi við tveimum stigum. Danmark, ið leikti í bólki A fekk somuleiðis tvey stig, og tískil mátti lutakast til at finna tað seinasta liðið í fjórðingsfinaluni. Hetta lutakasti endaði við at Danmark fekk hetta plássið.

Fjórðingsfinalurnar byrja sunnudagin og tá leika Svøríki og Ísland á einum útseldum Örjans vall í Halmstad. Seinni um kvøldið leika Italia og Týskland í Vaxjo.
Noregi, ið vann bólk B frammanfyri Týskland, skal í fjórðingsfinaluni leika ímóti Spania mánadagin í Kalmar. Seinasti dysturin verður Linkoping har Frakland og Danmark møtast.

Finalan verður leikt í Solna Friends Arena sunnudagin 28. juli. Tað verður mett at eini 40.000 áskoðarar verða til tann dystin.

 

Fjórðingsfinalur
21 Juli: Svøríki - Ísland (QF1, Halmstad, 14.00)
21 Juli: Itali - Týskland (QF4, Vaxjo, 17.00)
22 Juli: Noregi - Spania (QF2, Kalmar, 17.00)
22 Juli: Frakland - Danmark (QF3, Linkoping, 19.45)

Hálvfinalur
24 Juli: QF1 v QF4 (SF1, Gothenburg, 19.30)
25 Juli: QF2 v QF3 (SF2, Norrkoping, 19.30)

Finala
28 Juli: SF1 v SF2 (Solna, 15.00)


Soleiðis sá tað út tá Danmark fekk at vita at tær vóru komnar víðari (www.dbu.dk)

 

 

1. deild

# Team D Mm Stig
1 EBS/Skála 20 69 52
2 20 80 50
3 HB 20 17 35
4 ÍF/Víkingur 20 -70 16
5 B36 20 -42 14
6 B68 20 -54 8



Email: kvinnufotbolt@kvinnufotbolt.com