Heim Tíðindi Útlendsk tíðindi Bermuda vann gull
Bermuda vann gull PDF Prenta E-mail
Fríggjadagur, 19 juli 2013 10:01


Grønland fekk silvur (Mynd: Bent Petersen)

 

Gull til Bermuda og silvur til Grønaland. Bermuda vann finaluna eftir brotssparksskapping. Eftir vanligu leiktíðina og eftir umdyst varð støðan 0-0. Brotssparkskappingin endaði 4-3 til Bermuda.

Undan dystinum var Bermuda mett sum greiður favorittur, tí tær vunnu dystin millum liðini í bólkaspælinum 5-1. Men Grønland vardi væl í finaluni og megnaði at halda málið tómt bæði í vanligu leiktíðini og í longdu leiktíðini. Serliga grønlendski málverjin leikti ein góðan dyst.

Bermuda byrjaði brotssparkappingina við at missnýta, meðan Grønland skoraði uppá síni tvey fyrstu. Brendu so tað triðja og so var aftur javnt. Bermuda skoraði uppá øll síni sum vóru eftir, meðan Grønland missnýtti aftur tað fimta skotið. Málverjin hjá Bermuda bjargaði.

Finalan hjá monnunum endaði eisini við sigri til Bermuda. 1-0 við einum brotssparki móti dystar enda, sum grønlendingar vóru sera misnøgdir um, eins og dømingina í finaluni.

Spell at so fáar oyggjar hava luttikið í fótbóltskappingunum. At bert trý kvinnulið vóru við, er vónandi bert vegna fjarskotnu leikirnar hesaferð, og undirtøkan verður betur komandi leikir á Jersey. Men Føroyar verða neyvan við aftur fyrr enn í Føroyum - vónandi 2019.

Eftir at hava fylgt við fótbóltskappingini gjøgnum miðlarnar, so er okkara meting, at ítróttarliga avbjóðingin hevði nokk ikki verið nóg stór til okkara landslið hjá kvinnum og monnum.

 

Finala:
Bermuda - Grønland 0-0 (0-0 (0-0)) 4-3 etir brs.

Her kann brotssparkskappingin síggjast

 

Endalig støða:
Gull: Bermuda
Silvur: Grønland
Bronsa: Hitra


Tær ellivu sum byrjaðu finaludystin (Mynd: Bent Petersen)



Ernar grønlendskar kvinnur við silvurkrónum (Mynd: Bent Petersen)

 

1. deild

# Team D Mm Stig
1 EBS/Skála 20 69 52
2 20 80 50
3 HB 20 17 35
4 ÍF/Víkingur 20 -70 16
5 B36 20 -42 14
6 B68 20 -54 8



Email: kvinnufotbolt@kvinnufotbolt.com