Heim Tíðindi Føroysk tíðindi ÍF/Víkingur og KÍ víðari í steypakappingini
ÍF/Víkingur og KÍ víðari í steypakappingini PDF Prenta E-mail
Sunnudagur, 16 mars 2014 21:53

Nýggja felagsliðið ÍF/Víkingur og verðandi steypavinnarnar, KÍ, hava leikt seg víðari til hálvfinalurnar

Tveir dystir í steypakappingini hava verið í dag. Í Gøtu leiktu nýggja felagsliðið ÍF/Víkingur ímóti AB. Leingi sá út til, at liðini skuldu út í longda leiktíð, men í 89. minutti eydnaðist tað Arnborg Lervig at skora og harvið tryggja felagsliðnum pláss í hálvfinaluni.

ÍF/Víkingur - AB 1 - 0 (0 - 0)
1 - 0 Arnborg Lervig, 89'

Í Havn tók B36 ímóti KÍ. Her legði B36 seg á odda í fyrra hálvleiki við beinleiðis frísparki frá Rakul Johannesen. KÍ svaraði tó skjótt aftur og var tað Rannvá, sum skoraði. Løtu seinni var Rannvá aftur á plettinum og legði KÍ á odda 2-1.
Í seinna hálvleiki var eingin ivi um úrsltið og KÍ skoraði trý mál afturat. Fyrst var tað Laila Pætursdóttir, síðan Rannvá aftur og einasta máli gjørdi Malena Josephsen.

B36 - KÍ 1 - 5 (1 - 2)
1 - 0 Rakul M. Johannesen, 14'
1 - 1 Rannvá B. Andreasen, 26'
1 - 2 Rannvá B. Andreasen, 30'
1 - 3 Laila Pætursdóttir, 66'
1 - 4 Rannvá B. Andreasen, 76'
1 - 5 Malena Josephsen, 83'


Av tí at tað bert eru seks lið í kappingini, so sluppu HB og EBS/Skála undan, at leika fjóringsfinalu og fóru tískil beinleiðis í hálvfinaluna. Og nú verða tað ÍF/Víkingur og KÍ, sum koma at verða saman við teimum í pottinum, tá dragast skal til hálvfinaluna. Hálvfinalurnar verða leiktar í mai mánað.

 

 

1. deild

# Team D Mm Stig
1 EBS/Skála 20 69 52
2 20 80 50
3 HB 20 17 35
4 ÍF/Víkingur 20 -70 16
5 B36 20 -42 14
6 B68 20 -54 8



Email: kvinnufotbolt@kvinnufotbolt.com