Heim Tíðindi Føroysk tíðindi KÍ einsamalt á odda
KÍ einsamalt á odda PDF Prenta E-mail
Fríggjadagur, 28 mars 2014 08:56

Tað vóru fleiri óvæntaði útslit í 1. deild hetta umfarið

2. umfar í landskappingini hjá 1. deild bleiv leikt hóskvøldið orsaka av, at landsliðið skal leika landsdystir komandi vikurnar.
Í Gøtu leiktu ÍF/Víkingur ímóti KÍ og her bleiv talan um ein tryggan 6-0 sigur til KÍ. Á Argjum endaði dysturin í millum AB og HB við javnleiki 3-3, har tað eydnaðist HB at javna í seinastu løtu.
Í Gundadali eydnaðist tað, heldur óvæntað, B36 at vinna 1-0 á EBS/Skála. Sostatt liggur KÍ nú einsamalt eftir tvey umfør.


Úrslit og málskjúttar

ÍF/Víkingur 0 - 6 (0 - 5)
0 - 1 Annika R. Petersen, 3'
0 - 2 Maria K. Thomsen, 9'
0 - 3 Rannvá B. Andreasen, 14'
0 - 4 Rannvá B. Andreasen, 30'
0 - 5 Laila Pætursdóttir, 39'
0 - 6 Laila Pætursdóttir, 60'


AB - HB 3 - 3 (1 - 1)
1 - 0 Elsa S. Jacobsen, 16'
1 - 1 Heidi Sevdal, 31'
2 - 1 Valgerð Andreasen, 60'
2 - 2 Lív Arge, 63' brsk
3 - 2 Valgerð Andreasen, 70'
3 - 3 Rebekka Benbakoura, 90'


B36 - EBS/Skála 1 - 0 (0 - 0)
1 - 0 Rakul M. Johannesen, 52'


Næsta umfar verður leikt 19. apríl og tá verða dystirnir hesir
EBS/Skála - AB
B36 - ÍF/Víkingur
HB - KÍ

 

1. deild

# Team D Mm Stig
1 EBS/Skála 20 69 52
2 20 80 50
3 HB 20 17 35
4 ÍF/Víkingur 20 -70 16
5 B36 20 -42 14
6 B68 20 -54 8



Email: kvinnufotbolt@kvinnufotbolt.com