Heim Landsliðini Skrivaðu enn einaferð søgu
Skrivaðu enn einaferð søgu PDF Prenta E-mail
Mánadagur, 07 apríl 2014 07:57

Føroysku fótbóltskvinnurnar skrivaðu enn einaferð søgu leygarkvøldið, tá tær við javnleiki, vunnu fyrsta HM-stigið nakrantíð

Tá føroysku fótbóltskvinnurnar spældu seg víðari í HM-undan undankappingini í Litava, vóru tær ta fyrsta føroyska fótbóltslandsliðið, ið hevði megna at leikt seg víðari í einari kapping.
HM-undankappingin fór í gongd í september í fjør, og síðan tá hava føroysku kvinnurnar leikt 3 dystir og eru allir endaðir við stórtapið. Men leygarkvøldið var ørvísið, tá A-landsliðið tók ímóti Bosnia & Herzegovina á heimavølli í teirra 4. landsdysti.
Sum sagt so tók A-landsliðið ímóti Bosnia & Herzegovina á heimavølli leygarkvølið. Tað var mett undan dystinum, at hetta var liðið, ið man kundi fara vinna sær stig, og soleiðis bleiv tað eisini.
Føroysku kvinnurnar byrjaðu dystin væl og løgdu eitt ávíst trýst á Bosnia, men so við og við tók Bosnia yvir og trýsti føroysku kvinnurnar longur afturá vøllin. Tá 23 minuttir vóru leiktir eydnaðist tað Bosnia, at leggja seg á odda eftir at Melisa Hasanbegović var hægst eftir eitt hornspark. Eftir málið hildu bosnisku kvinnurnar á fram at trýsta føroysku kvinnurnar høgt uppi á vøllinum, og hetta gjørdi at Føroyar fekk nøkur skjótálop har tær onkra ferðina vóru einsamallar við málverjanum, men fingu tó einki mál.
Í seinna hálvleiki løgdu føroysku kvinnurnar størri trýst á bosnisku kvinnurnar og nú var tað Føroyar ið var spælstýrandi. Og tað var eisini fult í tráð við leikgongdina, at Eyðvør Klakstein javnaði fyri Føroyar í 78. minutti, við einum góðum langskotið.
Eftir málið lá dysturin og vippaði og tað var spurningur um hvat liðið tordi at leypa orduligt á. Tað spurdist ikki nógv meira burturúr dystinum og sostatt høvdu føroysku kvinnurnar enn einaferð skriva søgu, tá tær vunnu fyrsta HM-stigið nakrantíð.
Longu hóskvøldið kl. 19 er dystur aftur á Tórsvølli, tá Norður Írland kemur á vitjan.

Føroyar - Bosnia- & Herzegovina 1 - 1 (0 - 1)
0 - 1 Melisa Hasanbegović, 23'
1 - 1 Eyðvør Klakstein, 78'

Føroyar
Randi S. Wardum - Sigrun K. Kristiansen, Malene Josephsen, liðsk., Liljan av Fl. Petersen, Oddrún Danielsen - Laila Pætursdóttir (Lív F. Arge, 72'), Ansy Sevdal, Fríðrún Danielsen, Ásla Johannesen (Eyðvør Klakstein, 68'), Olga Kristina Hansen, Rannvá B. Andreasen
Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Nina Davidsen, Annika Petersen, Milja Simonsen, Elin Maria Isaksen, Margunn Lindholm
Venjari: Jón Pauli Olsen

 

Myndir ið Norðlýsið hevur tikið kunnu síggjast her

 


Email: kvinnufotbolt@kvinnufotbolt.com