Heim Tíðindi Føroysk tíðindi AB og B36 lagt saman
AB og B36 lagt saman PDF Prenta E-mail
Týsdagur, 10 mars 2015 09:08

Nú hava aftur tvey lið í bestu kvinnudeildini lagt saman


AB og B36 hava bæði verið á toppinum í føroyskum kvinnufótbólti fyri nøkrum árum síðani, men nú er støðan so ring at liðini hava trupuleikar at mannað lið. Bæði liðini hava støðugt mist leikarar, og tilgongdin av leikarum hevur verið lítil. Tískil hava feløgini bæði valt, at gera eitt samstarv fyri hetta kappingarárið.
Venjari hjá liðnum verður meistaravenjarin, Aleksandar Djordjevic.

Sostatt kunnu vit staðfesta at øll liðini, uttan KÍ og HB, eru felagslið og tað boðar frá, at kvinnufótbólturin hevur tað ikki gott á hægsta stigið.
Nú eru bert fimm lið eftur í kappingini og koma liðini at leika fimm ferðir ímóti hvør øðrum.

Hetta eru liðini fyri 2015
ÍF/Víkingur
EB/Streymur/Skála
AB/B36

HB

 

 

1. deild

# Team D Mm Stig
1 EBS/Skála 20 69 52
2 20 80 50
3 HB 20 17 35
4 ÍF/Víkingur 20 -70 16
5 B36 20 -42 14
6 B68 20 -54 8



Email: kvinnufotbolt@kvinnufotbolt.com