Byrja av nýggjum Prenta
Hósdagur, 13 mars 2014 22:53

Nú er ætlanin at fáa lív aftur í hesa síðuna

Síðan hevur ligið still nú í langa tíð, men nú er ætlanin at gera eina roynd at fáa lív í síðuna aftur.

Nýtt kappingarár stendur fyri framman, og tí er tað passandi, at seta gongd í aftur hesa síðuna nú. Ætlanin er eins og ávur at fylgja við kappingini hjá 1. deild kvinnum, 2. deild kvinnum og U17, men hetta krevur, at liðini senda okkum úrslitini.
Eisini er ætlanin at fylgja við landsliðunum, har øll hava fleiri kappingar í ár. Harumframt verður eitt sindur av útlendskum tíðindum.

Vónandi taka tit væl ímóti hesu síðuni, og um onkur hevur okkurt uppá hjarta, so er bara senda ein mail.