Taptu stórt ímóti U19 hjá Íslandi Prenta
Leygardagur, 21 februar 2015 17:05

Føroysku kvinnurnar taptu 5-0 í fyrra venjingardystinum landana ímíllum.

Íslendsku U19 genturnar vóru betur allan dystin og kundu fingið nógv fleiri mál. Lív Arge var tættast við at skorða fyri føroyingar, tá dundurskotið frá henni rakti tvørtræðið.

Myndir og samandráttur kunnu síggjast á heimasíðuni hjá FSF www.fsf.fo

Føroyska liðið byrjaði soleiðis:
Bjarta Johansen - Durita Hummeland, Arnborg Lervig, Rakul Magnussen, Sigrun Kristiansen - Íðunn Magnussen, Ansy Sevdal, Lív Arge, Fríðrún Danielsen - Olga Kristina Hansen - Heidi Sevdal

Hesar komu inn í seinna hálvleiki: Monika Biskopstø, Jónvá Hentze, Milja Simonsen, Oddrún Danielsen, Margunn Lindholm, Kára Jarnskor og Sigrid Petersen,


Liðini møtast aftur sunnudagin kl. 19. Tann dysturin verður leiktur í Akranesi.